27.Juli Gott 500 km eftir

 
27.Juli 2010

Sjálvstýrarin hevur aftur givi okkum trupulleikar men vit hava megna at umvælt hann aftur, við at nýta aftur ein eykapart sum vit hava við, vónandi heldur hann teir sístu hundra kilometranir.

Vit hava brúkt naka av tíð uppá at umvælt, so nú eru vit umleið 20 míl aftanfyri planina. Vit hava avgjørt at nýta Norður vestur inngongdina ístaðin fyri at fara via Bishop Rock.

Tað er framvegis sum at rógva í budingi, tað er stilt og vit hava eitt lot við okkum, men tað hjálpir ikki til.

Nú eru vit farnir at ganga undan við mat og klæðir - Vit hava feilrokna matin eitt sindur, sum er nokkso irriterandi.

Kanska tað hava verði tey eyka Mars vit hava eti tá ið vit hava fejra okkara settu mál á túrinum.

Vit eru umleið 100 sjóðmíl frá vesturstrondini, og hoyra onkrar flúgvarir innímillum. Vit rokna við at tey eru ávegis til Amerika, ella er tað ein ruta til Europa.

Ein fleyg sera lágt, men vit megnaðu ikki at kenna typua. Tað er sera óklárt til tíðir.

Nógvar dolphinir hava verði á leiðini - ein var serliga vinarlig, hon kom fleiriferð aftur til bátin at spæla við árðanir - Kanska tað er "Fungie" frá Dingel strondini.

Spenningur er nú í luftini til at koma til St.Mary. Tað skríðir í hvørjum limi, og vit síggja framm til eitt gott bað, góðan mat og drekka!

Vit síggja út sum huldumenn, rakibløðini vera mong.

Tíðindi

RSSTíðindasavn

Seinastu stað dagføringar

Vís meira...

FaroeShipKnassarP/F Christian í GrótinumKanjon