29 Juli 20 - Bara 230 km eftir!
Kl 20.00 - Vit eru 230 km (124 nm) frá St. Mary og vit koma vaggandi við fínari ferð, seinnaparturin hevur verið eitt sindur seinur. Ætlanin er enn at fara umvegis North West Passage.
Vit vera ávirkaðir av flóð og fjørðu nú - 6 tímar har tað gongur rímiliga skjótt, og 6 tímar har tað gongur seinni, men vit rokna við at vera á málinum leygardagin.
Vit hava sæð eina rúgvu av fiskibátum og vóru vit umringaðir av 5 - ljósini hjá teimun vóru sera sjónlig, so vit eru nær við sivilisatiónina aftur! Eisini síggja vit landfugl nú - skulu eisini nevna at vit sóðu eina brugdu herfyri.
Vit hava beina kós ímóti St. Mary, um eingin hevur flutt oynna meðan vit hava róð - vit koma vaggandi og rógva tað vit kunna, men vera skumpaðir norður og so suður av streyminum - vit eru sera spentir uppá at koma heim!
Tíðindi
29.02.2012
Nýggjur túrur á ørðum havið04.02.2012
Fyrilestur v. Livar Nysted Ókeypis atgongd!Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30Livar fortelur um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at les meir







