Gentur U13 spæla steypafinalu í morgin!

Sunnudagin spældu genturnar seg í finaluna, og longu í morgin, mikudagin 18. septembur kl. 17:00 á Tórsvølli, skal finalan standa. 07 Vestur heitir sjálvandi á allar stuðlar at møta manniliga og stuðla gentum okkara.

Tað varð eftir brotsparkskapping, at 07 Vestur-genturnar spældu seg í finaluna. Tær vunnu brotsparkskappingina 5-4 á FC Hoyvík. Og í morgin verður tað so móti HB, at endaliga slagið skal standa.

Gentur okkara eru eisini rættiliga sigursvandar. Tvey tey seinastu árini hava tær vunnið FM í Futsal, umframt at tær hava hálað steypið heim í b-bólkinum uttandura.

Í morgin skulu tær so gera gentunum úr 2003/4 árgangunum kunstin eftir. Tær vunnu nevniliga steypakappingina hjá GU14 í 2017, í sera spennandi finalu móti AB.

Góða eyðnu!




Komandi dystir 

1. deild menn
2. juni kl. 20:00 KÍ -  07 Vestur

1. deild kvinnur
1. juni kl. 16:00 HB - 07 Vestur

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 4 6 10
B68 4 5 10
B36 II 4 2 9
NSÍ II 4 4 7
B71 4 0 5
KÍ II 4 -3 4
FC Hoyvík 4 -4 4
07 Vestur 4 -1 3
HB II 4 -4 2
AB II 4 -6 0

Málskjúttar

Dann Fróðason 2
Gilli Samuelsen 1
Jógvan Petersen 1
Karl Weihe 1
Tór-Ingar Akselsen 1