Marius Hagen (t.v.) og Mads Winther.
(Mynd: www.jn.fo)

Hagen og Winther steðga í 07 Vestur

Nú flytingarvindeyga lat upp, er greitt at Marius Hagen úr Noregi og Mads Winther úr Danmark steðga í 07 Vestur.

Marius Hagen spældi nakrar dystir í fjør summar, og væntað var at hann kom at gera stóran mun í kappingini í ár. Tíverri hevur hann verið illa darvaður av skaðum og hevur bert leikt 2 dystir fyri felagið í ár. Semja er komin í lag um at slíta sáttmálan, og hann er tískil farin heim aftur til Noregs.

Mads Winther bleiv leigaður í SønderjyskE fram til í summar, tá sáttmáli hansara við danska felagið gekk út. Hann spældi nógvar av fyrstu dystunum, men hevur síðan verið darvaður av skaða. Tískil hevur 07 Vestur avgjørt ikki at bjóða honum at halda framm, hóast hann er leysur av sáttmálanum við SønderjyskE.

07 Vestur takkar báðum leikarunum fyri samstarvið og ynskir teimum bestu eyðnu víðari.




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
19. mars Skála-07 Vestur


Betri Deildin, kvinnur
26. mars B36-07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
10 32 30
Víkingur 10 22 24
B36 10 15 19
HB 10 4 16
EB/Streymur 10 -6 14
AB 10 -8 10
07 Vestur 10 -14 9
NSÍ 10 -16 9
Skála 10 -8 5
B68 10 -21 5


Málskjúttar


Mads Borchers 5
Høgni E. Nielsen 2
Jasper V. D. Heyden 2
Rønni M-Iversen 2
Janus Samuelsen 1


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
7 19 19
EBS/Skála 7 14 16
B36 7 10 13
HB 7 11 12
NSÍ 7 11 10
07 Vestur 7 0 9
Víkingur 7 6 3
TB/FCS/Royn 7 -71 0

Málskjúttar


Sissal Haraldsen 3
Carol Silva 2
Eyðrið Rúnadóttir 2
Evelin 2
Kristina Gásdal 1
Lisa Haraldsen 1