Janus skrivað nýggjan sáttmála

Janus Svabo Samuelsen, sum vendi aftur til 07 Vestur í fjør, hevur verið ein av týðningarmestu leikarunum hjá Michael Schjønberg higartil í ár, og hevur nú undirskrivað nýggjan sáttmála.

23-ára gamli miðvallarin vendi aftur til 07 Vestur í fjør summar, eftir at hava havt stuttan steðg síðan summarstegðin fyrraárið, har hann frá kappingarbyrjan leikti við AB. Í seinnu hálvu gjørdist hann ein avgerandi leikari undir Powell, og hevur hildið framm í sama stíli i Betri Deildini í ár.

Janus, sum er úr Miðvági, og er uppvaksin í MB og hjá 07 Vestur, hevur eisini spælt í ungdómsdeildini, har hann var við til at vinna DM. Í Betri Deildini hevur hann, afturat 07 Vestur, eisini umboðað Skála og AB.