Kvinnurnar máttu lúta í oddabrakinum á Sandi


Tað varð lagt upp til ein sannan toppdyst, tá 07 Vestur kvinnurnar skuldu suður til Sands at leika móti AB/B71. Liðini løgu ávikavíst nummar 1 og 2.

Sum toppdystir flest, so byrjaði dysturin varliga. Bæði liðini høvdu ringt við at koma fram til málmøguleikar. Bólturin ferðaðist tí nógv aftur og fram á miðjum vølli. Sum dysturin leið, so funnu kvinnurnar betur og betur hvønn annan.Hóast onkur heilt stórur málmøguleiki var áðrenn hálvleik, so stóð 0-0 í hálvleikinum.


Seinni hálvleikur byrjaði, eins og tann fyrri, við rótutum spæli. Hvørki av liðunum kláraði veruliga at spæla seg fram, men heldur vóru tað einstaklinga atsóknir, har, liðini fingu nakað burturúr. Tað gekk tó ikki long tíð, so hevði heimaliðið lagt seg framum. Seks minuttir seinni lá bólturin aftur í okkara málið. Nú var eitt korter farið, og hevði heimaliðið lagt seg framum við tveimum, nærmast burturúr ongum. 

Eftir hetta spældi heimaliðið væl og vit runnu nógv aftaná bóltinum. Tað var tí løgið, at vit hesa tíðina skaptu fleiri stórar kjansir. Heilar tríggjar ferðir komu vit einsamallar móti málmanninum, men inn vildi bólturin ikki. 

Síðstu tíðina av dystinum komu nógv mál. Fyrst økti og avgjørdi AB/B71 dystin til 3-0, tá fimm minuttir vóru eftir. Síðan komu tvey mál í yvirtíðini. Margit minkaði um munin, og áðrenn vit høvdu fingið armarnar niður aftur, skoraði heimaliðið til endaligu støðuna 4-1. 

Eftir tapið verður tað trupult at enda á 1 plássinum, men komandi sunnudag skulu tær spæla móti Víkingi, sum liggur á 3 plássinum, í Sørvági. Hetta verður ein týðandi dystur, um hvør rýkur við 2 plássinum.

Liðið: Sesilia Prior (M), Katrina Davidsen, Margit M. Kwao, Paula Jensen, Barbara Prior, Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Ruth Thomasen, Kristina Nattestad, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen, Bettieyð Ellingsgaard