Michael Schjønberg skal venja 07 Vestur


Kendi danski fótbóltsprofilurin, fyrrverandi landsliðsbakkurin Michael Schjønberg verður nýggjur høvuðsvenjari hjá hjá 07 Vestur. Hann hevur eftir egnum ynski gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið og kemur til Føroya um eina viku.



Michael Schjønberg hevur eina drúgva lívsleið við góðum úrslitum sum venjari og ítróttarstjóri í donskum og týskum fótbólti. Seinast í Vendsyssel IF, har hann í fjør summar fekk tilboð um at leingja sáttmálan við tveimum árum, men segði nei takk.



Sum virkin fótbóltsspælari var hann ein av stóru landsliðsprofilunum í Danmark seinast í farnu øld, og árini 1995-2000 spældi hann 44 landsdystir fyri Danmark. Hann var bakkur, men skeyt kortini trý mál fyri danska landsliðið.



Michael Schjønberg var virkin í fótbólti á hægsta stigi í 14 ár. Hann er ættaður úr Esbjerg og spældi við besta liðnum hjá Esbjerg fb árini 1987-90. Tíðarskeiðið 1990-1994 spældi hann við Hannover 96 í næstbestu týsku deildini, í 1994-1996 spældi hann við OB í bestu donsku deildini, og hann endaði sína lívsleið sum fótbóltsspælari á hægsta stigi í týska FC Kaiserslautern, har hann spældi árini 1996-2001.



Í FC Kaiserslautern var hann við til at skriva søgu, tá felagið vann týska meistaraheitið í 1998 – fyrsta árið í Bundesliguni eftir árið fyri at hava spælt seg upp úr næstbestu týsku deildini.



Nú skal Michael Schjønberg so venja 07 Vestur í bestu føroysku deildini, og hann kemur til Føroya 20. januar.



Vónríkt felag



Leiðslan í 07 Vestur væntar sær nógv av nýggja venjaranum.



- Á vøllinum er málið sjálvsagt í fyrsta lagi at hanga í í Betri Deildini og ongantíð betur, um vit klára at røkka eitt sindur longur upp enn sætta plássið, sum vit megnaðu í fjør, og sum vit vóru stak væl nøgd við. Men vit vita, at tað er eitt drúgt arbeiði at byggja eitt lið so væl upp í bestu deildini, at tað hevur dygd og styrki at spæla við í toppinum. Hygg bara at KÍ, sum í 2009 var niðri í næstbestu deildini og vendi. Tað tók nógv ár at byggja liðið so frægt upp, at tað vann seg út í Evropa aftur. So vit skulu vera realistisk, sigur Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur.



Onnur stór venjaranøvn vóru eisini upp tal til høvuðsvenjarastarvið í Vágum, millum annað norsku venjararnir Tor Thodesen og Magne Hoseth. Men tað bleiv Michael Schjønberg, tá avtornaði.



- Vit halda, at hann hevur júst tað í viðførinum, vit sóknast eftir. Øll vit rundan um 07 Vestur eru glaðir amatørar, ið gera eitt sjálvboðið arbeiði, tí vit hava áræði og áhuga í at menna fótbóltin her vesturi. Men vit vita, at um vit, sum frá líður, skulu røkka upp í toppin í bestu deildini – og tað er avgjørt málið – so skal meira professionalisma til.



- Michael Schjønberg hevur eina stórsligna søgu, fyrst sum toppfótbóltsspælari í Danmark og Týsklandi og síðan sum venjari og ítróttarstjóri við stak góðum úrslitum. Hann hevur júst teir eginleikarnar, sum vit ynskja okkum, bæði tá tað snýr seg um at menna sjálvan fótbóltin í felagnum, og ikki minni, tá tað kemur til alt rundan um felagið, alt tað organisatoriska. Tí vit eru greið yvir, at skal 07 Vestur veruliga fáa fótafesti og verða eitt av sjálvsøgdu liðunum í bestu føroysku fótbóltsdeildini, so má alt liðið stýrast professionelt, organisatoriskt eins væl og ítróttarliga, sigur Jón Nordendal.



Tá sviin Magnus Powell var settur sum høvuðsvenjari tíðliga í før summar, var grundhugsanin tann sama, at hann skuldi lyfta liðið upp á øllum mótum. Hann hevði eisini eina gylta venjarafortíð í Svøríki og Noregi við sær í viðførinum, og í 07 Vestur vistu tey væl, at hann var yvirkvalifiseraður, tá felagið skrivaði ein tvey ára venjarasáttmála við hann.



Hann gjørdi eitt stórt, gott og sera professionelt arbeiði í felagnum, sum tryggjaði 07 Vestur eitt pláss sum nummar seks í Betri Deildini – eitt betri endaúrslit enn nakar hevði væntað.



Beint eftir ársskiftið var tað tó greitt, at hann hevði fingið venjarastarv í Østersunds FK í Svøríki. 07 Vestur-leiðslan vildi ikki forða fyri, at Magnus Powell fór eftir teimum avbjóðingunum, hann ynskti sær, so sáttmálin varð uppsagdur í sátt og semju.



Nú hevur felagið so aftur skrivað ein tvey ára sáttmála við eina venjarakempu eftir norðurlendskum mátistokki, men Jón Nordendal er vónríkur um, at hann fer at dvølja longri í felagnum enn undanmaðurin.



- Tað er altíð ein vandi fyri, at onnur og sterkari feløg fara avstað við so góðum venjarum. Men vit hava tosað ógvuliga væl og leingi við Michael Schjønberg og púra opið og erligt greitt honum frá, hvat 07 Vestur er fyri eitt felag, hvørji vit rundan um felagið eru, og hvørji málini eru. Okkara greiða fatan er, at tað eru júst slíkar avbjóðingar, hann leitar eftir, og tað var eisini hann sjálvur, sum ynskti, at vit gjørdu ein tvey ára sáttmála, greiðir formaðurin í 07 Vestur frá.