Teitur skrivað nýggjan sáttmála

22-ára gamli Teitur Olsen hevur skrivað nýggjan sáttmála við 07 Vestur. Framrættaði miðvallarin heldur sostatt fram í barndómsfelagnum, har hann er vorðin ein av týðningarmiklu leikarunum.

Teitur, sum er búsitandi í Sørvági, fekk gjøgnumbrot sítt á besta liði okkara í Betri Deildini í 2018, har hann leikti 17 dystir og gjørdi seg merktan við sínum beinleiðis spælistíli. Í fjør var hann burturstaddur ein part av árinum, men í ár hevur hann spælt 18 av 20 dystum - bert 4 leikarar hava leikt fleiri.

Tilsamans eru tað blivnir til 45 dystir á besta liði, og Teitur hevur skotið 3 mál. Vit ynskja Teiti tillukku við nýggja sáttmálanum og gleða okkum til framhaldið!