Vár byrjaði U15 landsdyst

Á U15-landsliðinum, sum júst spældi sín annan dyst í U15 Baltic Cup, byrjaði okkara egna Vár Edvardsdóttir. Dysturin móti Estlandi endaði við 1-0 tapi, sum eisini var hálvleikstøðan.

Genturnar á mótstøðuliðinum vóru størri og sterkari enn okkara, men Føroyar stóðu seg sera væl, hóast tap. Estland er eisini av sterkastu liðunum í kappingini og vunnu heili 6-0 í fyrsta dysti teirra. 

Okkara spældu fyrst 2-2 móti Litava, og hetta var so tann næsti dystur okkara í kappingini. Seinasti dysturin verður móti Lettlandi, sunnudagin á miðdegi.

Vit ynskja sjálvandi Vár og landsliðsfeløgunum góða eyðnu í seinasta dystinum og góða ferð heimaftur.