Kristina við á U17-landsliðið

Kristina Nattestad hjá 07 Vestur er úttikin á U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 12. til 20. august skal á venjingarlegu í Danmark, har millum annað tríggir venjingardystir eru á skránni.

Komandi ár verða Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum. Fyri føroyska liðið verður talan um eina sera stóra uppgávu, har okkara gentur skulu royna seg ímóti fremstu og bestu londum í Evropa.

Og sum liður í fyrireikingunum til endaspælið, fer føroyski hópurin á venjingarlegu í Danmark í døgunum 12. til 20. august. Umframt venjingar, verða tríggir venjingardystir móti donskum liðum eisini á skránni.

Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og til venjingarleguna í Danmark hevur hann úttikið hesar 18 spælararnar:

Kristina Nattestad, 07 Vestur
Victoria O. í Funningsstovu, B36
Jasmin M. Darvishi, B36
Jovina av Skarði, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Rakul í Soylu, AB
Gunnvá Lútzen, HB
Ida Mercy J. Chukwudi, HB
Sára B. Jespersen, HB
Maria V. Johansen, NSÍ
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Sarita Petersen, EB/Streymur
Marita Lisberg, EB/Streymur
Anna K. Mikkelsen, Skála
Jórun N. Patawary, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Jancy Mohr, KÍ

Áðrenn fráferð til venjingarleguna í Danmark, eru fimm venjingar á skránni, sum verða á Tórsvølli, á Toftum, í Miðvági og í Leirvík.

EM-endaspælið komandi ár verður spælt frá 2. til 14. mai.





Komandi dystir

VFF Cup
16. jan. kl. 13:00 07 Vestur - HB


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
B36 0 0 0
B68 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
ÍF 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
TB 0 0 0
Víkingur 0 0 0


Málskjúttar