Kvinnurnar máttu lúta fyri fyrstu ferð í ár

Eins og undanfarin ár, spældu kvinnurnar hjá 07 Vestur og AB/B71 aftur ein góðan og undirhaldandi dyst sunnudagin. Áskoðararnir fingu eisini sítt, við nógvum sepnnandi støðum og málmøguleikum. AB/B71 vunnu dystin 1-4. Í Miðvági vunnu GU18 stórsigur, meðan GU15 høvdu fríð.

Fyrstu hálvleikur varð javnur í spæli, og støðan, tá farið varð til hálvleiks varð eisini 1-1. Margit skoraði okkara mál og legði okkum á odda, men stutt fyri hálvleik javnaðu gestirnir.

Vit byrjaðu annan hálvleik væl, við tveimum góðum møguleikum, báðir eftir at Sissal driblaði framvið fleiri og fekk langt innfyri, men mál stóðust ikki burturúr. Mótstøðuliðið vóru skarpari frammanfyri málið og avgjørdu í roynd og veru dystin, tá tær skoraðu tvey mál uppá tveir møguleikar innanfyri 4 minuttir, til støðuna 1-3.

Sum so ofta, tá 07 Vestur spentu álopsbogan, fyri at koma við aftur í dystin uttan at tað eyðnaðist, vóru tað AB/B71 sum fingu seinasta orðið og skoraðu til endaliga úrslitið 1-4.

Leikararnir góvu veruliga alt, men summir bardagar eru ikki til at vinna. Men, sum fyrrverandi venjarin, Silva, segði eftir dystin: “You do not win a war, winning all the battles”. ("Tú vinnur ikki eitt kríggj við at vinna allar bardagarnar")

Liðið: Sesilia Prior(M), Margit M. Kwao, Katrina Davidsen, Sissal Haraldsen, Paula Jensen (L), Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Ruth Thomasen, Rebekka Egilstoft Hentze, Marita E Thorsvig og Eyðvør T. Poulsen.

Og næsti bardagin í stríðnum um meistaraheitið, verður sunnudagin kl. 13 á útivølli móti felagsliðinum ÍF/Víkingur/B68

GU18 vunnu stórsigur móti MB

Gentur U18, sum annars hava havt eina trilvandii byrjan, fingu síni fyrstu stig í Miðvági fríggjadagin, har tær vunnu heili 11-0 á MB. Stóri spælarin, út frá dómaraseðlinum, má sigast at vera Sissal Haraldsen, sum ikki gjørdi mætari enn at skjóta 5 mál. Hini málini skutu Hanna Thomassen (2), Rebekka Bjarnadóttir Prior, Kristina Dánialsdóttir Gásdal og Leila W. Mouritsen.

Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Rebekka Bjarnadóttir Prior, Kristina Lovisa Skylv Thomassen, Miriam Thomassen, Hanna Thomassen, Sissal Haraldsen, Eyðrið Rúnadóttir, Asta Egilstoft Nielsen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Hanna Ole-Jacobsen, Nikolina Ravnsfjall, Laura Skov Weihe, Laila W. Mouritsen og Fríða Haraldsen.

GU18 hava fríð hetta komandi vikuskiftið, men spæla so aftur fríggjadagin 26. juni móti AB/B71 á heimavølli.

GU15 sótu yvir hetta vikuskiftið

Av tí at 9 lið eru í kappingini hjá U15, høvdu gentur okkara frívikuskiftið. Tær spæla aftur komandi leygardag kl. 9:30 á heimavølli móti B36.





Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 27 37 58
07 Vestur 27 27 54
NSÍ II 27 38 52
B68 27 22 46
KÍ II 27 2 38
B36 II 27 -10 34
HB II 27 -26 33
B71 27 1 32
AB II 27 -23 23
FC Hoyvík 27 -68 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 11
Tór-Ingar Akselsen 9
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Ragnar Weihe 4
Gilli Samuelsen 3
Marjus Nielsen 3
Teitur Olsen 3
Zoran Vujovic 3
Emil Mikkelsen 2
Jógvan Petersen 2
Ingi Joensen 1
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Solomon Kwao 1
Sølvi Egilsson 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1