Marjus skrivað sáttmála

Marjus Egilstoft Nielsen hevur júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. 17-ára gamli sandavágsmaðurin verður sostatt eisini ímillum teir, sum skulu kappast við meira royndu leikararnar um pláss á besta liði okkara.

Ungi framrættaði leikarin við eyðkenda dupulta eftirnavninum, sum hann deilir við liðskipara okkara, og systkinabarn sítt Høgna, fekk sínar fyrstu dystir á besta liði í heyst. Tað blivu til 4 dystir, men hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta 3 mál. Tað fyrsta eitt sera umráðandi mál í spennandi uppgerðini móti B68 á heimavølli, har hann punkteraði dystin við at skora til 2-0 í yvirtíðini.

Vit síggja fram til at fylgja gongdini, og gleðast sjálvsagt um at síggja okkara egnum fáa møguleikan.




Komandi dystir

VFF Cup
16. jan. kl. 13:00 07 Vestur - HB


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
B36 0 0 0
B68 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
ÍF 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
TB 0 0 0
Víkingur 0 0 0


Málskjúttar