
07 Vestur takkar fyri stuðulin
Eftir at fýrverksølan endaði vóru vinnararnir av lutaseðlunum funnir og 07 Vestur takkar fyri stuðulin til fýrverksøluna í ár. Vinnararnir vóru Fróði Nolsøe (battarí), og Jákup Pauli í Eyðanstovu og Sigurd Nordendal (árskort)
Eins og undanfarin ár hevur 07 Vestur havt fýrverksølu í Sandavági og Sørvági. Undirtøkan hevur eisin verið sera góð øll árini, eins og aftur í ár. Hetta eru vit sera takksom fyri og inntøkan av hesum ger stóran mun í rakstrinum av felagnum.
Eitt afturvendandi tiltak í sambandi við fýrverksøluna, er at drigið verður lut ímillum øll, ið keypa fyri eina størri upphædd, í ár kr. 1000. Í ár vóru tríggir vinningar, eitt størri fýrverksbattarí og tvey árskort til heimadystirnar í Betri deildini komandi ár.
Vinnararnir í ár vóru:
Fróði Nolsøe (battarí)
Jákup Pauli í Eyðanstovu (árskort)
Sigurd Nordendal (árskort)
Stóra takk fyri stuðulin og gott nýggjár øll somul!