Brandur nýggjan sáttmála

Brandur Heinesen hevur sett sína undirskrift á nýggjan sáttmála, og hann kemur sostatt at geva royndaru leikarunum kapping um plássini, tá Betri deildin verður skotin í gongd.

18-ára gamli bíggjarmaðurin hevur enn ikki havt sítt veruliga gjøgnumbrot, men spældi nakrar dystir í fjør, og slapp á vøllin í trimum av fýra teimum seinastu umførunum í ár, har hann so byrjaði inni í seinasta umfari, stórsigrinum á FC Hoyvík.

Ungi miðvallarin er uppvaksin í 07 Vestur, og vit gleðast eisini um, framhaldandi, at hava ein bíggjarmann á besta liði okkara.





Komandi dystir

VFF Cup
16. jan. kl. 13:00 07 Vestur - HB


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
B36 0 0 0
B68 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
ÍF 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
TB 0 0 0
Víkingur 0 0 0


Málskjúttar