Mynd: www.jn.fo

Dann á U21-landsliðið

Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir Dann Fróðason til EM-undankappingardystirnar móti Spania á Tórsvølli og Montenegro á Svangasskariði ávíkavist 8. og 13. oktobur.

Tvær stórar avbjóðingar standa fyri framman hjá føroyska U21-landsliðnum, sum tann 8. oktober skal møta Spania, og 13. oktober skal royna seg ímóti Montenegro.

Men nú stutt áðrenn fyrra dystin hava ikki færri enn seks avboð rakt hópin hjá U21-landsliðsvenjarunum, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen.

Á middegi leygardagin varð boðað frá at Rói Mørk Hentze, Magnus Holm Jacobsen, Jonn Johannesen, og liðskiparin, Bjarni Petersen allir hava givið avboð vegna skaða.

Hannes Agnarsson úr B36 bleiv síðan boðsendur, men nú hevur hann eisini givið avboð, og tað sama hevur Jákup Biskopstø Andreasen úr KÍ. Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og tað verður tí mett, at teir ikki verða klárir til landsdyst um fáar dagar.

Í staðin hava U21-venjararnir sent boð eftir Hanusi Sørensen, ið dagliga spælir fyri danska felagið, FC Midtjylland, og Dann Fróðason úr 07 Vestur.

U21 EM-undankappingardysturin móti Spania verður á Tórsvølli hósdagin 8. oktober klokkan 17:45, meðan dysturin móti Montenegro verður á Svangaskarði á Toftum týsdagin 13. oktober klokkan 17:00.





Komandi dystir

VFF Cup
23. jan. Skála - 07 Vestur


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
Víkingur 1 5 3
HB 1 4 3
1 3 3
NSÍ 1 3 3
B36 1 2 3
B68 1 -3 0
EB/Streymur 1 -3 0
ÍF 1 -3 0
07 Vestur 1 -4 0
Skála 1 -5 0


Málskjúttar