Kvinnurnar góðan sigur í Suðri í dag!

Kvinnurnar lagt seg á silvurpláss áðrenn seinastu trý umførini, eftir sannførandi sigur í Suðri í dag. Gentur U18 skulu í gongd aftur komandi vikuskifti og gentur U15 fingið góða byrjan á endaspælið.

Kvinnurnar hjá okkum spældu í Suðri í dag. Hóast vit liggja væl frammanfyri á stigatalvuni, so eru dystirnir altíð truplir á Suðuroynni. Tað gjørdi heldur ikki støðuna betur, at vit bert fóru suður við 11 leikarum. Men okkara smæddust ikki burtur. Tær kempaðu væl allan dystin á tamb, og tað gav eisini úrslit.

Vit løgdu okkum á odda tá eini 20 min fóru farnir. Sesilia tók horna úr vinstru og inni í feltinum stóð Bettieyð frí, og skoraði sítt fyrsta mál fyri okkum í ár.

Spælið gekk mest fyri seg á miðjum vølli, har hvørgin av liðunum bleiv ordiliga farligt. Men tíggju minuttir fyri hálvleik javnaði heimaliðið, har okkara verja bleiv fangað ov langt frammi.

Tað sá út til, at tað skuldi standa á jøvnum í hálvleikinum, men beint fyri løgdu vit okkum á odda. Margit skeyt eitt gott langskot, málmaðurin hjá teimum megnaði ikki at halda bóltinum, og tá var Eyðvør skjót at fylgja upp og skoraði til 2-1.

Í seinna hálvleiki byrjaði heimaliðið betur, og tað gekk ikki long tíð, so høvdu tær javnað. Vit fullu tó ikki í fátt og svaraðu væl aftur.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki løgdu vit okkum aftur á odda. Margit spældi Juliu púra leysa, sum ísakøld skeyt bóltin í málið. Stutt eftir øktu vit um leiðsluna. Vit komu gjøgnum í vinstru síðu, fingu bóltin innfyri, har Bettieyð, enn eina ferð stóð á rætta stað, og høgdi bóltin í málið.

Hóast heimaliðið hevði hótt okkum, so tók hetta luftina úr teimum, og vóru vit tættari at skora, bæði eitt og tvey mál afturat. 4-2 bleiv tó endaliga úrslitið, og tóku vit øll trý stigini norður aftur.

Hóast nógvar spældu á einum plássi, sum tær ikki hava spælt fyrr í ár, so gjørdu allar tatio UG. Innsatsurin var góður og kempaðu allar til seinasta bríksl, ein sannur arbeiðssigur.

Sigurin í dag gjørdi, at vit nærum hava tryggjað 2 plássið, tó hava vit møguleikan, at enda á 1 plássið, men tað krevur, at vit fáa hjálp frá øðrum liðum. Spennandi verður at fylgja við, og vónandi klára okkara kvinnur at seta eitt flott punktum mikukvøldið, tá KÍ kemur vestur, ið verður okkara seinasti landskappingardystur í ár.

Liðið: Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø (M), Katrina Davidsen, Sesilia Prior, Asta Egilstoft Nielsen, Margit M. Kwao, Barbara Prior, Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen, Bettieyð Ellingsgaard

Kvinnurnar spæla aftur longu mikukvøldið tá KÍ koma vestur til dyst.

Gentur U18

Longri steðgur hevur verið í kappingini hjá U18, men fríggjakvøldið skulu GU18 aftur í eldin, tá vit taka móti EBS/Skála á heimavølli.

Gentur U15

Hjá U15 hevur gingið rættiliga væl í endaspælinum, eftir at tær vóru so óhepnar at enda beint undir niðurflytingarstrikuni í innleiðandi bólkinum og sostatt spæla í B-bólkinum.

Mikukvøldið høvdu vit vitjan av NSÍ, og okkara gentur góvu runavíkingum eina ordiliga fleingju, og sendu teir inn aftur við 6-0-tapi.

Mál okkara skutu Laura, Elin (2) og Lisa (3). Eftir trý umfør liggja tær nummar 1, við 6 stigum og best málúrtøku.

Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Elin Hovgaard, Jóhanna Kjelnæs, Karin Vang Jacobsen, Rikka Allansdóttir Joensen, Laura Dam Johannesen, Sára Rúnadóttir, Bára Jansdóttir (L), Lisa Haraldsen, Vár E. Petersen, Sonja Klein, Turið Nysted, Jasmin Prior Braga, Ronja Isaksen, Lea Kjartansdóttir, Bjørk Akselsen.

Komandi týskvøld taka tær ímóti B36 á heimavølli á Dungasandi í Sørvági.





Komandi dystir 


Løgmanssteypið
25. nov. kl. 19:00 07 Vestur - HB


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 27 37 58
07 Vestur 27 27 54
NSÍ II 27 38 52
B68 27 22 46
KÍ II 27 2 38
B36 II 27 -10 34
HB II 27 -26 33
B71 27 1 32
AB II 27 -23 23
FC Hoyvík 27 -68 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 11
Tór-Ingar Akselsen 9
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Ragnar Weihe 4
Gilli Samuelsen 3
Marjus Nielsen 3
Teitur Olsen 3
Zoran Vujovic 3
Emil Mikkelsen 2
Jógvan Petersen 2
Ingi Joensen 1
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Solomon Kwao 1
Sølvi Egilsson 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1