Mynd: Silva

Kvinnurnar halda góðu gongdina

Kvinnurnar vóru aftur í eldinum sunnudagin. Uppgávan varð annað liðið hjá KÍ, sum eru aftast í deildini, og úrslitið gjørdist góður 1-4 útisigur. Gentur U18 gentur hava eisini spælt hetta vikuskiftið, tær vóru inni á Skála og leiktu móti EBS/Skála.

Hóast talan var um uppgerð millum topp og botn, so var tað KÍ, ið byrjaði betur. Tær løgdu eitt ávíst trýst á okkum, har vit høvdu tað trupult við at fáa spælið at hanga saman.

KÍ løgdu seg eisini á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir horna kom ein KÍ leikari at standa frí og prikaði bóltin í málið. Eftir hetta komu okkara meira fyri seg. Vit fingu flutt bóltin longur fram á vøllin, og tað vísti seg skjótt at geva úrslit.

Tíggju minuttir seinni spældi Mona bóltin innum verjuna hjá KÍ. Kristina, sum var farin til stroks, kom einsamøll móti málmaðinum, og hon sveik ikki. 1-1, tá farið varð til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki settu okkara seg ordiliga á dystin. Fyrst var tað Margit, sum fekk bóltin nakað væl uttanfyri brotsteigin í vinstu, setti ferð á. Tá hon hevði rikið og rikið rundanum mótstøðuleikarnar nakrar ferðir, slapp hon til skot og hegnisliga skjeyt hon bóltin í mótsættu síðu.

Málið til 3-1 átti Margit aftur stóran leiklut í. Enn eina ferð breyt hon ígjøgnum í vinstru, og komin innum brotsteigin, varð hon feld. Brotssparkinum tók Ruth sær av, sum hon setti trygt í netið.

Seinasta málið í dystinum kom eftir eitt horna. Bettieyð skjeyt innfyri, har Mona, mitt fyri málið, fekk beinið á til endaligu støðuna 4-1.

Hetta var somuleiðis seinasti dystur í fyrru hálvu. Kvinnurnar hava klárað seg væl og liggja á einum øðrum plássi, trý stig aftanfyri HB.

Liðið: Tomasia Njálsdóttir Niclasen, (M), Katrina Davidsen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Margit M. Kwao, Paula Jensen, Anna Gaardlykke, Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Ruth Albinsdóttir, Sesilia Prior, Helma Thomasen, Hanna Thomassen, Barbara Prior, Bettieyð Ellingsgaard.

Gentur U18

Elsta gentulið okkara fingu veruliga eina torføra uppgávu á útivølli inni á Skála fríggjakvøldið, har ein av meistaraskapskandidatunum, EBS/Skála, tók í móti. Okkara mátti eisini tungu leiðina vestur aftur við 6-0 stórtapi, hóast hart arbeiði.

Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Miriam Thomassen, Hanna Thomassen, Eyðrið Rúnadóttir, Helma Thomasen, Fríða Haraldsen, Asta Egilstoft Nielsen, Hanna Ole-Jacobsen, Rebekka Bjarnadóttir Prior, Nikolina Ravnsfjall, Laila W. Mouritsen, Laura Skov Weihe.

Fríggjadagin spæla GU18 aftur. Hesa ferð verður tað á útivølli móti felagsliðinum ÍF/Víkingur/B68

Gentur U15

Hetta vikuskiftið spældu GU15 ikki, men tær spæla aftur leygardagin. Tað verður úti móti AB/B71.





Komandi dystir 

1. deild menn
22. sep. 07 Vestur - AB

1. deild kvinnur
23. sep. 07 Vestur - KÍ


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 19 28 44
NSÍ II 19 24 38
B68 19 14 31
07 Vestur 19 7 30
HB II 19 -1 30
B36 II 19 -8 24
B71 19 2 23
KÍ II 19 -12 23
AB II 19 -18 12
FC Hoyvík 19 -36 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 6
Tór-Ingar Akselsen 6
Dann Fróðason 3
Gilli Samuelsen 3
Martin Tausen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Teitur Olsen 2
Eiler Fróðason 1
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 10 36 24
07 Vestur 11 14 22
HB 10 5 21
ÍF/Víkingur/B68 10 -1 16
TB/FCS/Royn 9 -14 7
AB 9 -10 6
9 -30 4

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1