Mynd: www.jn.fo

Upptakt: 07 Vestur - B68

Leygardagin bresta uppflytararnir saman á Dungasandi í spennandi uppgerð um trý sera umráðandi stig. Og, um seinasti dysturin okkara millum er eftirfarandi, verður tað uttan floyalshandskar og við stórum undirhaldsvirði.

Bæði liðini taptu fyrsta umfarið, og, hóast enn einki er avgerandi, fær úrslitið heilt víst ávirkan á vónirnar til úrtøkuna hetta kappingarárið, sum júst er byrjað. B68 høvdu trupla byrjan móti gull-kandidatunum úr Klaksvík og tað endaði við at 0-4  stórtapi á heimavølli, og vit, hóast til tíðir javnan dyst, taptu 0-2 móti B36.

Seinast vit møttu B68 á Dungasandi var í oktobur. Dysturin var rættiliga kontantur og til tíðir harður og rokaligur. Nógv var uppá spæl og tað var tíðiligt at hvørgin parturin ætlaði sær av vøllinum uttan stig.
Dann legði okkum á odda eftir hálvan tíma og vit áttu munin nærum allan dystin. Í yvirtíðini avgjørdi Marjus dystin eftir gott forarbeiði frá Zoran, og so kókaði yvir í seinasta minutti tá Radovanovic trumlaði ein av okkara niður. Tað endaði við reyðum til Martin og Radovanovic.

B68 hevur, eins og vit, styrkt um hópin til kappingina, og serliga áhugavert er tað, at teir fingu lokkað Lukasz Cieslewicz úr Gøtu inn á Toftir. Pólendingurin, hóast nú 33 ára gamal, fer uttan ivað at roynast toftamonnum ein fongur. Tríggir aðrir útlendingar eru komnir til felagið, umframt aðrar, har ímillum Steffan Løkin, sum er komin frá grannunum úr Runavík.

07 Vestur tóku sunnudagin móti B36. Dysturin varð til tíðir javnur, og vit høvdu okkara støður og onkran stóran møguleika, hóast vit beint undan dystarbyrjan máttu taka báðar miðverjarnar, Dann og Heina, av byrjanaruppstillingini. Eiler og Dánial Pauli royndust væl, men tað ávirkaði okkum uttan iva.

Vit vóru omaná í fjør, tá vit møttu B68, og endaðu eisini 8 stig frammanfyri teir tá avtornaði, vit á 2. plássi og teir á 4. Men tað var í fjør. Nú er nýtt kappingarár og so er spurningurin hvør er betri fyri, betri fyrireikaður, hevur styrkt seg best og hvør dregur longra stráðið.




Komandi dystir


Løgmanssteypið
18. apr. kl. 15:00    
07 Vestur - FC Hoyvík
Leinkja til leikskrá


Betri Deildin, kvinnur
24. apr. kl.
KÍ - 07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
5 15 15
HB 5 14 10
NSÍ 5 3 9
Víkingur 5 1 8
ÍF 5 -4 7
B36 5 0 6
07 Vestur 5 -8 6
EB/Streymur 5 -5 5
B68 5 -6 2
TB 5 -10 1


Toppskjúttar


Eiler 1
Erling 1
Dann 1
Heine 1
Jóannis 1
Silas 1
Tór-Ingar 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
HB 3 9 7
EBS/Skála 3 6 7
Víkingur 3 2 7
3 2 5
B36 4 -2 4
NSÍ 3 3 3
07 Vestur 4 -8 3
AB/B71 3 -12 0


Toppskjúttar


Margit Kwao 2
Eyðvør T. Poulsen 1
Evelin 1