Zoran verður eisini við komandi ár

Nýggi áleypari okkara, Zoran Vujovic, verður eisini við komandi ár, tá vit skulu upp i Betri deildina at spæla. Zoran koma vestur í summar, eftir hava spælt nakrar dystir við B68.

34-ára gamli serbin kom til B68 í 2018, men spældi bert 10 dystir í hálvtannað ár fyri toftamenn. Í summar skifti hann vestur, og, eftir at hava arbeitt ein skaða av sær, fekk hann sín fyrsta dyst móti júst B68. Í harða dystinum kom hann inn og gjørdi veruliga mun beinanvegin. Í yvirtíðini gjørdi hann eitt super trekk móti baklinjuni í høgru, áðrenn hann serveraði flatt innlegg fyri Marjus, sum avgjørdi dystin.

Hann fekk 6 dystir afturat, og hesar 7 dystirnar skoraði hann 3 mál, og gjørdi stóran mun í sterka endaspurti okkara, sum førdi til eitt annaðpláss og uppflyting.

Zoran hevur leikt fyri fleiri feløg á longu yrkisleið síni, síðan hann fór frá Partizan Beograd sum ungur leikari. Harímillum eru nøkur feløg í bestu deildini í Serbia, og so Vendsyssel í Danmark og Fjarðabygd í Íslandi.

Komandi ár kemur hann so at umboða 07 Vestur í bestu deildini í Føroyum!




Komandi dystir

VFF Cup
16. jan. kl. 13:00 07 Vestur - HB


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
B36 0 0 0
B68 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
ÍF 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
TB 0 0 0
Víkingur 0 0 0


Málskjúttar