Forsíða

Martin aftur í 07 Vestur Eftir eitt hálvt ár í barndómsfelagnum TB, verður Martin Tausen aftur at síggja í svørtum komandi kappingarár, her hann annars hevur spælt undanfarnu hálvu fjórðu árini. Væl afturkomin!
Eiler skrivað sáttmála Eiler Fróðason skrivaði eisini sáttmála við 07 Vestur í vikuni. Einans 16-ára gamli sandavágsmaðurin hevur longu spælt 7 dystir á besta liði, íroknað fyrsta dystin í august móti javnleikinum móti Víkingi.
Sølvi skrivað nýggjan sáttmála 07 Vestur og Sølvi Egilsson hava skrivað nýggjan sáttmála, og Sølvi heldur sostatt fram í 07 Vestur, har 24-ára gamli sandavágsmaðurin hevur leikt á besta liði síðan 2011.
Liðformaðurin longt sáttmálan Høgni Egilstoft Nielsen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við 07 Vestur. 22-ára gamli sandavágsmaðurin hevur verið ímillum stuðulsleikararnar í fleiri ár longu, og vit fegnast um, at hann tekur enn eitt tørn!
Niels og Hørður longt við 07 Vestur Í gjár longdu Hørður Ingi Egilsson (21) og Niels Mouritsen (20), sum, hóast darvaður av skaða, gjørdist toppskjútti okkara, sáttmálar sínar við 07 Vestur.
Dann gjørt nýggjan sáttmála So er greitt 19-ára gamli Dann Fróðason úr Sandavági, sum við 28 dystum er mest leikandi á besta liði í ár, hevur gjørt nýggjan sáttmála.
Ársins síðsti dystur! Um tveir tímar byrjar síðsti dystur í 1. deild í ár, tá vit taka ímóti HB á Dungasandi. Dysturin byrjar kl. 18:00, og øll eru vælkomin!
Nóa og Hjalmar hava verið við landsliðinum Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið verið í Írlandi og spælt sokallaða menningarkapping. Nóa Eyðsteinsson og Hjalmar Gudmundsen vóru við.

1. deild í dag - dagført

13. Mai 2012

Fullt umfar er í 1. deild í dag. Fyrsti dysturin, B68 - HB, var leiktur kl. 14, tveir dystir, harímillum okkara á Skála, byrjaðu kl. 15:00. Teir síðstu dystirnir byrjað kl. 15:45 og 17:00. Úrslitini koma her: ...

les meir

Skála - 07 Vestur 2-2

13. Mai 2012

Ímóti dystargongdini kláraðu vit í dag at vinna stig á Skála. Heilt uppiborið vóru vertirnir á odda 2-0 í hálvleikinum. Vit spældu væl í 10-15 minuttir móti endanum, har vit so kláraðu at bjarga degnum við tveimum framúrskarandi málum frá Ragnari og Tór-Ingari....

les meir

Dreingir U14: steypakapping

07. Mai 2012

Ein sera spennandi dystur var leiktur leygarmorgunin í Sandavági, har okkara U14 dreingir tóku móti NSÍ. Okkara fortjentu ein góðan sigur í einum góðum dysti móti einum ligið, ið vit ikki hava vunnið á í landskappingini tríggjar teir síðstu dystirnar. ...

les meir

Bólkaspælið hjá Gentum U14 liðugt

07. Mai 2012

Gentur U14 hava spælt sínar dystir í bólkaspælinum. Okkara lið var við í B bólkinum, har tær spældu móti B71, B36 a og Skála. Tær endaðu nr. 3 við 8 stigum. Nýggj kapping verður løgd skjótt, har vit so skulu luttaka í einum...

les meir

07 Vestur - Víkingur 4-0

06. Mai 2012

Hóast Víkingur helstu vóru betra liðið fyrstu 45 minuttirnar, førdu vit 2-0 í steðginum. Tór-Ingar og Holgar skoraðu málini. Seinna hálvleik áttu vit allan og skoraðu eisini tvey afturat, fyrst Rógvi síðan Tór-Ingar. Liðið:Petur Meinhard Magnussen; Rógvi E. Nielsen...

les meir

Dysturin sunnudagin fluttur til kl. 19:00

03. Mai 2012

Av tí at leikararnir hjá Víkingi ynskja at sleppa til eina jarðarferð verður dysturin sunnudagin fluttur til kl. 19:00. ...

les meir

07 Vestur - B71 4-0

28. Apr 2012

07 Vestur komu tíðliga á odda, Holgar skoraði tað fyrsta, og Tór-Ingar beint aftaná. Ásmund økti til 3-0 áðrenn hálvleik. Vit skoraðu síðsta málið miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Tór-Ingar fekk sítt 2. mál fyri dagin. Vit hildu aftur málið tætt og fingu...

les meir

1. deild í dag

28. Apr 2012

Fýra dystir hava verið í 1. deild í dag. Síðsti dysturin, KÍ - Skála, verður leiktur í morgin. Ongar broytingar eru í toppinum. kl. 14:00 ...

les meir






Eykaaðalfundur sunnudagin 1/3-20

Lýst verður til eykaaðalfund sunnudagin 1/3 kl. 17.00 í 07Vestur húsinum.

Skrá: 

1.Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar

2.Val av grannskoðara

3.Ymist

Nevndin

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1