Tór-Ingar tekur enn eitt ár 2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum júst hevur undirskrivað nýggjan sáttmála og tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari hjá 07 Vestur.
07 Vestur sett styrkivenjara Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar.
07 Vestur takkar fyri stuðulin Eftir at fýrverksølan endaði vóru vinnararnir av lutaseðlunum funnir og 07 Vestur takkar fyri stuðulin til fýrverksøluna í ár. Vinnararnir vóru Fróði Nolsøe (battarí), og Jákup Pauli í Eyðanstovu og Sigurd Nordendal (árskort)
Marjus skrivað sáttmála Marjus Egilstoft Nielsen hevur júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. 17-ára gamli sandavágsmaðurin verður sostatt eisini ímillum teir, sum skulu kappast við meira royndu leikararnar um pláss á besta liði okkara.
Ingi skrivað sín fyrsta sáttmála Ingi Joensen hevur júst undirskrivað sín fyrsta sáttmála, og ungi miðvingurin eru sostatt klárur til Betri deildina komandi ár.
Asbjørn heima aftur í 07 Vestur Asbjørn Heðinson og 07 Vestur hava undirskrivað sáttmála, og ungi sandavágsmáðurin er sostatt aftur í barndómsfelagnum, úr AB, har hann leikti í ár.
Brandur nýggjan sáttmála Brandur Heinesen hevur sett sína undirskrift á nýggjan sáttmála, og hann kemur sostatt at geva royndaru leikarunum kapping um plássini, tá Betri deildin verður skotin í gongd.
Silas aftur í 07 Vestur Eftir eitt ár í útlegd er verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini. 07 Vestur og Silas hava júst undirskrivað sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB.

Úrslitini í 1. deild í dag (dagført)

14. Apr 2012

Allir fimm dystirnir í 3. umfarið í 1. deild vera leiktir í dag. Tríggir byrjaðu kl. 15, og hinir kl. 16 og 17. Úrslitini sígggast her. kl. 15:00 ...

les meir

07 Vestur - KÍ 3-0

14. Apr 2012

Eingin ivið var nakrantíð um úrslitið, hóast spælið ikki var stórt at reypa um. Eftir smáar 20 minuttir var dysturin mestsum avgjørdur við málum frá Hans Arna og Ragnar. Tór-Ingar skoraði síðsta málið beint áðrenn hálvleik. Tríggir dystir, tríggir sigrar og enn einki...

les meir

Dreingir U16 spælt tríggjar dystir

11. Apr 2012

Dreingir U16 hava havt eina misjavna byrjan uppá kappingarárið. Í innleiðandi bólkinum hálaðu teir ein stórsigur heim í fyrsta dystinum, 22-0 móti NSÍ b. Síðan kom eitt skuffandi 6-0 tap móti B68. Síðsti dysturin var leygardagin, tá teir eftir gott spæl taptu 4-3...

les meir

07 Vestur úti av steypakappingini

09. Apr 2012

Eftir tvey bílig mál, eru vit úti av ársins kapping um Løgmannssteypið við 2-1 tapið móti B68 á Toftum. Hans Arni skoraði okkara mál, og vit kundu eisini fingið minst eitt afturat, men tað rakk tíverri ikki. Liðið:Petur Meinhard...

les meir

07 Vestur - NSÍ 7-0

07. Apr 2012

Eftir at Jovan skoraði fyrsta málið longu í 3. sekundi, og Ragnar økti í 13. minutti, var ongantíð nakar ivið. Vit førdu 5-0 í hálvleikinum, og løgdu tvey afturat í øðrum hálvleiki. Einasta veruligi niðurtúrurin, var tá Jóhan Selfoss mátti út við skaða...

les meir

Skjótast málið í Føroyum nakrantíð? Jovan, 3 sekund.

05. Apr 2012

Hóast eingi offisiell hagtøl eru yvir skjótasta málið í Føroym nakrantíð, gera vit krav uppá hendan heiður, eftir at Jovan skoraði longu eftir 3 sekund í gjár. Jovan sendi eina langa avlevering framm eftir vøllinum, ið brast í jørðin og...

les meir

2. umfar í 1. deild

04. Apr 2012

Í dag eru fýra dystir í 2. umfarið í 1. deild leiktir. Síðsti dysturin í hesum umfarinum, B71 - EB/Streymur, verður ikki leiktur fyrr enn 11. apríl. Úrslitini vóru hesi: ...

les meir

Góð byrjan uppá kappingarárið

01. Apr 2012

Nøkur av liðum okkara hava byrjað kappingina í hesi vikuni. Dreingir U16 og U14 hava spælt og 1. liðið spældi í dag. Eisini triðja deild skuldi spælt, men dysturin var útsettur vegna okkurt brek á vællinum í Klaksvík. Dreigir U16...

les meir






Komandi dystir

VFF Cup
23. jan. Skála - 07 Vestur


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
Víkingur 1 5 3
HB 1 4 3
1 3 3
NSÍ 1 3 3
B36 1 2 3
B68 1 -3 0
EB/Streymur 1 -3 0
ÍF 1 -3 0
07 Vestur 1 -4 0
Skála 1 -5 0


Málskjúttar