Tór-Ingar tekur enn eitt ár 2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum júst hevur undirskrivað nýggjan sáttmála og tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari hjá 07 Vestur.
07 Vestur sett styrkivenjara Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar.
07 Vestur takkar fyri stuðulin Eftir at fýrverksølan endaði vóru vinnararnir av lutaseðlunum funnir og 07 Vestur takkar fyri stuðulin til fýrverksøluna í ár. Vinnararnir vóru Fróði Nolsøe (battarí), og Jákup Pauli í Eyðanstovu og Sigurd Nordendal (árskort)
Marjus skrivað sáttmála Marjus Egilstoft Nielsen hevur júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. 17-ára gamli sandavágsmaðurin verður sostatt eisini ímillum teir, sum skulu kappast við meira royndu leikararnar um pláss á besta liði okkara.
Ingi skrivað sín fyrsta sáttmála Ingi Joensen hevur júst undirskrivað sín fyrsta sáttmála, og ungi miðvingurin eru sostatt klárur til Betri deildina komandi ár.
Asbjørn heima aftur í 07 Vestur Asbjørn Heðinson og 07 Vestur hava undirskrivað sáttmála, og ungi sandavágsmáðurin er sostatt aftur í barndómsfelagnum, úr AB, har hann leikti í ár.
Brandur nýggjan sáttmála Brandur Heinesen hevur sett sína undirskrift á nýggjan sáttmála, og hann kemur sostatt at geva royndaru leikarunum kapping um plássini, tá Betri deildin verður skotin í gongd.
Silas aftur í 07 Vestur Eftir eitt ár í útlegd er verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini. 07 Vestur og Silas hava júst undirskrivað sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB.

Aðalfundurin hjá FSF

19. Feb 2012

Aðalfundur FSF's var hildin á Hotel Hafnia í gjár, leygardagin 18. februar. Umboð fyri 07 Vestur vóru sjálvandi á fundinum, Heðin Jørgensen, formaður, og Jarnhold Nattestad, samskipari. Ikki nógv av týðningi var fyri á fundinum, bert ein hópur av vanligum...

les meir

1. deild byrjar eisini á Toftum

18. Feb 2012

Leikskráin fyri 1. deild er júst komin, og vit byrja á Toftum sunnudagin 1. apríl. Annað umfar verður á heimavølli móti NSÍ longu mikudagin 4. Fyrsti dysturin móti øðrum uppflytingarkandidatið verður í 5. umfarið, tá vit fáa vitjan av B71. ...

les meir

07 Vestur møtir B68 í steypakappingini

14. Feb 2012

Í eini endurtøku av 1. umfarið í 2010, skulu vit inn á Toftir at spæla steypadyst 2. páskadag. Vónandi kunnu vit spæla okkum til eitt betur úrslit í ár enn fyrraárið - vit taptu tá 3-0, hóast vit gjøru ein góðan figur. ...

les meir

Smádreingir byrjaðir at venja

08. Feb 2012

Smádreingir hjá 07 Vestur eru byrjaðir at venja, og í dag vandu 36 smádreingir í allara fagrasta veðrið : ...

les meir

07 Vestur og Jóhan Selfoss gjørt sáttmála

04. Feb 2012

Hóskvøldið skrivaðu 07 Vestur og Jóhan Selfoss undir yrkissáttmála. 20 ára gamli sørvingurin verður sostatt tíðandi partur av 1. liðið okkara hetta komandi kappingarárið. Jóhan er hevur sína fótbóltsuppaling í SÍ og seinni í 07 Vestur. Sum 16 ára gamal...

les meir

Myndir av fyrstu venjingini á nýggja grasinum á Valloyruni

30. Jan 2012

Sum áður greitt frá, høvdu dreingir sína fystu venjing fríggjadagin. Hetta var somuleiðis fyrsta venjingin á Valloyruni, síðan nýggja graslíkið var lagt á. Niðanfyri eru nakrar myndir... ...

les meir

Hegga skal taka sær av dreingjaliðinum

28. Jan 2012

07 Vestur hevur gjørt avtalu við Hegga fyri árið, ið inniber, at hann skal venja dreingjaliðið, umframt vikuligar felagsvenjingar fyri smádreingir og dreingir og fasta málmannsvenjing fyri allar aldursbólkar. Hegga skal eisini standa á odda fyri arbeiðinum hjá ungdómsdeildini at...

les meir

Aðalfundur

27. Jan 2012

Boðið verður til aðalfundar hósdagin 1. marts kl. 19:00 í SÍ-húsinum í Sørvági. Skrá sambært viðtøkum felagsins. ...

les meir






Komandi dystir

VFF Cup
23. jan. Skála - 07 Vestur


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
Víkingur 1 5 3
HB 1 4 3
1 3 3
NSÍ 1 3 3
B36 1 2 3
B68 1 -3 0
EB/Streymur 1 -3 0
ÍF 1 -3 0
07 Vestur 1 -4 0
Skála 1 -5 0


Málskjúttar