Forsíða

Seyðauppboðssøla Leygardagin 12. oktobur kl. 18:30 skipar 07 Vestur fyri uppboðssølu av seyði á Dungasandi. Lombini verða seld á vanligari uppboðssølu og ein veðrur úr Seyðaskorð verður seldur á mexikanskari uppboðssølu.
Nóa og Hjalmar skulu við U15 til Írlands Nóa Eysteinsson og Hjalmar Gudmundsen eru á U15 landsliðinum, sum Jan Mølvad Laursen, venjari, hevur úttikið til kappingina í Írlandi.
Silas aftur úttikin til U21-landsliðið Málverji okkara, Silas Eysteinasson, er aftur úttikin til U21-landsliðið, sum skal spæla móti Ísrael um tvær vikur.
Tór-Ingar skotið seg uppá deilt 1. pláss Í góða 3-0 sigri okkara á B71 í gjár, skjeyt Tór-Ingar seg uppá deilt 1. pláss í all-time toppskjúttalista okkara, við 62 málum, ájavnt Holgar Durhuus.
Gentur U13 taptu steypafinaluna Vit eru sera stolt av at vit áttu annað liðið í finaluni hjá gentum U13, sum genturnar áttu 100% uppiborið. Tíverri eyðnaðist okkum ikki at vinna dystin og vit máttu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum.
Gentur U13 spæla steypafinalu í morgin! Sunnudagin spældu genturnar seg í finaluna, og longu í morgin, mikudagin 18. septembur kl. 17:00, skal finalan standa. 07 Vestur heitir sjálvandi á allar stuðlar at møta manniliga og stuðla gentum okkara.
Gentur U13 spælt seg í steypafinaluna Fyri løtu síðan spældu okkara gentur seg í steypafinaluna við at vinna á FC Hoyvík. Dysturin endaði 0-0, og eftir longda leiktíð hevði hvørki liðið fingið hol á. Vit vunnu so brotsparkskappingina 5-4, og skulu sostatt møta HB í finaluni.
Vár byrjaði U15 landsdyst Á U15-landsliðinum, sum júst spældi sín annan dyst í U15 Baltic Cup, byrjaði okkara egna Vár Edvardsdóttir. Dysturin móti Estlandi endaði við 1-0 tapi, sum eisini var hálvleikstøðan.

Silas við á U21-landsliðið!

22. Aug 2019

Silas við á U21-landsliðið, sum Eli og Hegga hava úttikið at spæla á útivølli móti Montenegro og Norðurmakedónia.

les meir

07 Vestur smurdi EB/Streym av á Dungasandi

18. Aug 2019

07 Vestur tóku ímóti EB/streymi á Dungasandi í góðveðrinum í dag. Í eini roynd at sleppa úr botninum møttu gestirnir við fleiri leikarum úr Betri-hópinum í byrjunaruppstillingini.

les meir

Jim farin frá sum formaður

05. Jun 2019

Formaðurin hjá 07Vestur seinastu 3 árini, Jim S. Guttesen, hevur valt at fara frá. 07Vestur takkar honum fyri góða arbeiðið, hann hevur gjørt fyri felagið. Nevndin fer at skipa seg av nýggjum ein av komandi døgunum. ...

les meir

Fótbóltsskúli hjá 07 Vestur

15. Mai 2019

Fótbóltsskúlin 2019 Fótbóltssamband Føroya fer saman við fleiri feløgum kring landið at skipa fyri fótbóltsskúlum í summar. Í fjør varð skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, men tað er gleðiligt, at vit nú kunnu kunngera, at í ár verður talan um ikki færri enn fimm...

les meir

07Vestur søkir ungdómsvenjara

09. Mai 2019

07Vestur søkir nýggjan høvuðsungdómsvenjara. Av tí at høvuðsungdómsvenjari okkara hevur valt at royna aðrar leiðir søkir fótbóltsfelagið 07Vestur eftir nýggum høvuðsungdómsvenjara at byrja skjótast gjørligt. Um felagið: 07Vestur er eitt felag í stórari menning, við liðum í øllum aldursbólkum...

les meir

Limadagur fyri ungdómsliðini hjá 07Vestur

27. Mar 2019

Limadagur fyri ungdómsliðini hjá 07Vestur

les meir

Kvinnurnar leggja til brots við steypakappingini

26. Mar 2019

Ársins fyrst dystur hjá kvinnum, verður á Dungasandi í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 20. Dysturin er í steypakappingini móti KÍ, ið má sigast verða sterkasta mótstøðan, vit hava møtt nakrantíð.

les meir

Jóannis á Steig heldur fram

22. Jan 2019

Í gjárkvøldið gjørdu 07 Vestur og Jóannis á Steig nýggjan sáttmála. 21-ára gamli sandavágsmaðurin heldur sostatt fram í felagnum, her hann eisini er uppvaksin.

les meir






Komandi dystir

 

28/9:   

  1. d. m. KÍ-07V kl. 16.00 í Klaksvík

  2. d. m. AB-07V kl. 14.00 á Argjum

  3. d. m. ROYN-07V kl. 14.30 í Hvalba


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 21 49
NSÍ II 25 20 49
KÍ II 24 28 48
07 Vestur 25 16 44
B68 25 4 34
B71 24 -14 29
Skála II 25 -8 27
HB II 25 -8 26
B36 II 25 -10 24
EB/Streymur II 25 -46 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Sølvi Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1