Forsíða

Seyðauppboðssøla Leygardagin 12. oktobur kl. 18:30 skipar 07 Vestur fyri uppboðssølu av seyði á Dungasandi. Lombini verða seld á vanligari uppboðssølu og ein veðrur úr Seyðaskorð verður seldur á mexikanskari uppboðssølu.
Nóa og Hjalmar skulu við U15 til Írlands Nóa Eysteinsson og Hjalmar Gudmundsen eru á U15 landsliðinum, sum Jan Mølvad Laursen, venjari, hevur úttikið til kappingina í Írlandi.
Silas aftur úttikin til U21-landsliðið Málverji okkara, Silas Eysteinasson, er aftur úttikin til U21-landsliðið, sum skal spæla móti Ísrael um tvær vikur.
Tór-Ingar skotið seg uppá deilt 1. pláss Í góða 3-0 sigri okkara á B71 í gjár, skjeyt Tór-Ingar seg uppá deilt 1. pláss í all-time toppskjúttalista okkara, við 62 málum, ájavnt Holgar Durhuus.
Gentur U13 taptu steypafinaluna Vit eru sera stolt av at vit áttu annað liðið í finaluni hjá gentum U13, sum genturnar áttu 100% uppiborið. Tíverri eyðnaðist okkum ikki at vinna dystin og vit máttu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum.
Gentur U13 spæla steypafinalu í morgin! Sunnudagin spældu genturnar seg í finaluna, og longu í morgin, mikudagin 18. septembur kl. 17:00, skal finalan standa. 07 Vestur heitir sjálvandi á allar stuðlar at møta manniliga og stuðla gentum okkara.
Gentur U13 spælt seg í steypafinaluna Fyri løtu síðan spældu okkara gentur seg í steypafinaluna við at vinna á FC Hoyvík. Dysturin endaði 0-0, og eftir longda leiktíð hevði hvørki liðið fingið hol á. Vit vunnu so brotsparkskappingina 5-4, og skulu sostatt møta HB í finaluni.
Vár byrjaði U15 landsdyst Á U15-landsliðinum, sum júst spældi sín annan dyst í U15 Baltic Cup, byrjaði okkara egna Vár Edvardsdóttir. Dysturin móti Estlandi endaði við 1-0 tapi, sum eisini var hálvleikstøðan.

Kvinnur góða úrtøku

24. Mai 2018

Hjá kvinnum hava bæði liðini spælt, B-liðið (myndin) sunnudagin við 1-0 sigri á Giza Hoyvík, og A-liðið í kvøld, við 2-0 sigri í toppdystinum móti AB/B71 á Sandi.

les meir

Betri Deildin: Høvdu betri uppiborið

07. Mai 2018

Hóast vit vóru omaná í stórar partar av 2. hálvleiki og løgdu heimaliðið undir trýst, høvdu vit ikki tað, sum skuldi til, og tá 15 minuttir vóru eftir, avgjørdu skálamenn dystin við máli til 2-1.

les meir

Betri Deildin: Annar hálvleikur kostaði

30. Apr 2018

07 Vestur høvdu møguleikar at skora, men tóku ikki av, samstundis sluppu vertirnir ofta framat og tríggjar ferðir sluppu teir framvið Ivan, sum eisini bjargaði brotsparki.

les meir

Løgmannssteypið: Skála - 07 Vestur

24. Apr 2018

Í annaðkvøld kl. 18:00 byrjar kappingin um Løgmannssteypið fyri okkara viðkomandi, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at vit møta Skála á útivølli.

les meir

Læserbrev: Du går glip af det bedste i dit barns liv

24. Apr 2018

"Jamen, jeg har ikke tid..." Stop dig selv! Lige nu.

les meir

Sjálvvirkandi limagjaldið

24. Apr 2018

Í næstum verður limagjaldið flutt sjálvvirkandi av kontu hjá teimum leikarum, ið skrásettu seg á mínrokning í fjør, og framvegis leika. Tey, ið ikki eru skrásett enn, melda til sjálvvirkandi gjaldsavtaluna á heimasíðuni, undir limagjald.

les meir

Betri Deildin: Víkingur - 07 Vestur 4-1

23. Apr 2018

Vit stóðu rímiliga væl og minkaðu um munin tá lítið korter var eftir, men tá so vertirnir øktu aftur løtu seinni, varð dysturin í roynd og veru avgjørdur. Brotspark tríggjar minuttir seinni fastsetti úrslitið til 4-1.

les meir

Kvinnurnar misjøvn úrslit

22. Apr 2018

Á heimavølli vann A-liðið 5-0 stórsigur á TB/FCS/Royn, við hattricki frá liðskiparanum, Margit M. Kwao, meðan B-liðið mátti lúta 4-0 á Sandi móti felagsliðinum hjá AB og B71.

les meir






Komandi dystir

 

28/9:   

  1. d. m. KÍ-07V kl. 16.00 í Klaksvík

  2. d. m. AB-07V kl. 14.00 á Argjum

  3. d. m. ROYN-07V kl. 14.30 í Hvalba


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 21 49
NSÍ II 25 20 49
KÍ II 24 28 48
07 Vestur 25 16 44
B68 25 4 34
B71 24 -14 29
Skála II 25 -8 27
HB II 25 -8 26
B36 II 25 -10 24
EB/Streymur II 25 -46 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Sølvi Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1