Forsíða

Martin aftur í 07 Vestur Eftir eitt hálvt ár í barndómsfelagnum TB, verður Martin Tausen aftur at síggja í svørtum komandi kappingarár, her hann annars hevur spælt undanfarnu hálvu fjórðu árini. Væl afturkomin!
Eiler skrivað sáttmála Eiler Fróðason skrivaði eisini sáttmála við 07 Vestur í vikuni. Einans 16-ára gamli sandavágsmaðurin hevur longu spælt 7 dystir á besta liði, íroknað fyrsta dystin í august móti javnleikinum móti Víkingi.
Sølvi skrivað nýggjan sáttmála 07 Vestur og Sølvi Egilsson hava skrivað nýggjan sáttmála, og Sølvi heldur sostatt fram í 07 Vestur, har 24-ára gamli sandavágsmaðurin hevur leikt á besta liði síðan 2011.
Liðformaðurin longt sáttmálan Høgni Egilstoft Nielsen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við 07 Vestur. 22-ára gamli sandavágsmaðurin hevur verið ímillum stuðulsleikararnar í fleiri ár longu, og vit fegnast um, at hann tekur enn eitt tørn!
Niels og Hørður longt við 07 Vestur Í gjár longdu Hørður Ingi Egilsson (21) og Niels Mouritsen (20), sum, hóast darvaður av skaða, gjørdist toppskjútti okkara, sáttmálar sínar við 07 Vestur.
Dann gjørt nýggjan sáttmála So er greitt 19-ára gamli Dann Fróðason úr Sandavági, sum við 28 dystum er mest leikandi á besta liði í ár, hevur gjørt nýggjan sáttmála.
Ársins síðsti dystur! Um tveir tímar byrjar síðsti dystur í 1. deild í ár, tá vit taka ímóti HB á Dungasandi. Dysturin byrjar kl. 18:00, og øll eru vælkomin!
Nóa og Hjalmar hava verið við landsliðinum Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið verið í Írlandi og spælt sokallaða menningarkapping. Nóa Eyðsteinsson og Hjalmar Gudmundsen vóru við.

Kvinnurnar: A-liðið yvirhálaði við 4-1 sigri á meistarunum

03. Apr 2018

Lagt var upp til ein torføran dyst, tá A-liðið hjá okkum tóku ímóti Ebstr/Skála, sum seinasta ár átti fyrsta pláss í deildini. Bæði liðini løgdu nógv fyri, men hóðast liðini bæði deildust um bóltin frá byrjan, sá skjótt út til at útiliðið ætlaði sær avstað við øllum.

les meir

Kvinnurnar: B-liðið vann 4-2 á AB

03. Apr 2018

07 Vestur, sum seinastu 10 árini ikki hevur havt kvinnulið, stillar í ár upp við heili tveimum liðum. Fyrireikingarnar til kappingina hava gingið væl, men ilt er at meta um lið undan fyrsta umfari, og enn verri at spáða um úrslit. Tað vóru tó við góðum vónum, at 07 Vestur kvinnurnar komu á Dungasand í dag.

les meir

Betri Deildin: Verjufeilir kostaðu

03. Apr 2018

Ringa byrjanin uppá kappingarárið í Betri Deildini helt á við 0-3 tapi móti EB/Streymi. Longu áðrenn hálvleik høvdu tríggir verjufeilir longu kosta okkum møguleikan at fáa nakað burturúr dystinum.

les meir

Venjingartíðir, Sandavágur

02. Apr 2018

...

les meir

Upptakt: 07 Vestur - EB/Streymur

30. Mar 2018

Annan páskadag verður aftur dystur á Dungasandi, tá besta liðið tekur ímóti felagsliðnum EB/Streymi í Betri-deildini.

les meir

U15 dreingir sigraðu í suðri

24. Mar 2018

Undan dystinum á Tvøroyri í dag, sá hendan uppgávan ikki sørt møtimikil út. Óvist var um okkara dreingir yvirhøvur fingu mannað lið, nú fleiri av stuðulsleikarunum ikki vóru tøkir, men hóskvøldið frættist, at suðringarnir høvdu játta at leika 9 ímóti 9.

les meir

Altjóða Down Syndrom-dagur

22. Mar 2018

Altjóða Down Syndrom-dagur er í dag, 21. mars, og kvinnurnar hjá 07 Vestur markeraðu dagin, eins og túsundtals onnur, við at mála neglirnar bláar.

les meir

Inn á Skála at spæla um Løgmanssteypið

21. Mar 2018

Eins og í 2013, kom 07 Vestur seint úr pottinum og fingu útidyst á Skála í 1. umfari í kappingini um Løgmannsteypið. Dysturin verður flaggdagin, 25. apríl.

les meir






Eykaaðalfundur sunnudagin 1/3-20

Lýst verður til eykaaðalfund sunnudagin 1/3 kl. 17.00 í 07Vestur húsinum.

Skrá: 

1.Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar

2.Val av grannskoðara

3.Ymist

Nevndin

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1