Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Rógvi N. Poulsen

Rógvi við í venjaratoyminum hjá 07 Vestur

07 Vestur víðkar nú venjaratoymið, og nýggi maðurin er Rógvi N. Poulsen, sum verður fysiskur venjari hjá Betri Deildin, og elstu ungsdómsliðunum.

Í nakrar mánaðar hevur 07 Vestur mangla serskilan fysiskan venjara, og við nýsetta venjaranum, Rógva N. Poulsen, er hesin knúturin loystur. Rógvi kemur, umframt at verða partur av toyminum hjá Michael Schjønberg í Betri Deildini, eisini at leggja fysiskar venjingar til rættis hjá dreingjum U15 og U17.

Rógvi N. Poulsen er 32 ára gamal, og spældi so seint sum í ár í Betri Deildini, har hann hevur leikt yvir 200 dystir. Fyri kortum gavst hann í AB, har hann spældi á hægsta stigi. Hann hevur annars umboðað HB í fleiri ár og eisini B36.

Sum venjari hevur Rógvi, hóast hann er ungur enn, eisini havt fleiri størri uppgávur, t.d. sum leikandi høvuðsvenjari hjá AB og sum høvuðsungdómsvenjari hjá sama felagi.




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
19. mars Skála-07 Vestur


Betri Deildin, kvinnur
26. mars B36-07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
10 32 30
Víkingur 10 22 24
B36 10 15 19
HB 10 4 16
EB/Streymur 10 -6 14
AB 10 -8 10
07 Vestur 10 -14 9
NSÍ 10 -16 9
Skála 10 -8 5
B68 10 -21 5


Málskjúttar


Mads Borchers 5
Høgni E. Nielsen 2
Jasper V. D. Heyden 2
Rønni M-Iversen 2
Janus Samuelsen 1


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
7 19 19
EBS/Skála 7 14 16
B36 7 10 13
HB 7 11 12
NSÍ 7 11 10
07 Vestur 7 0 9
Víkingur 7 6 3
TB/FCS/Royn 7 -71 0

Málskjúttar


Sissal Haraldsen 3
Carol Silva 2
Eyðrið Rúnadóttir 2
Evelin 2
Kristina Gásdal 1
Lisa Haraldsen 1