Søgan

Tað fyrsta sum fólk hoyrdu um nýggja felagið var 11. oktober 2007, tá ið nevndirnar í SÍ og FS Vágum bjóðaðu fólki á fund á Hotel Vágum. Nevndirnar greiddu frá ætlan um samanlegging og um orsøkir til tess. Nevndirnar í SÍ og FS Vágum sóu stórar møguleikar í eini samanlegging. Tær vístu á, at fólkagrundarlagið í vesturøkinum gjørdi, at vit áttu at kunna klára at hava eitt lið í oddinum í bestu fótbóltsdeildini. Eisini fór ein samanlegging at hava við sær, at fleiri fólk vóru um umsitingina av felagnum.

Nevndirnar gjørdu skjótt av. 25.oktober var aðalfundur í bæði Sí og FS Vágum um samanleggingina. Greiður meiriluti var á báðum fundunum fyri uppskotinum, og sostatt bleiv kallað inn til stovnandi aðalfund.

Stovnandi aðalfundurin var 6.november á Hotel Vágum. Endamál felagsins skuldi verða at menna fótbóltin í vesturøkinum. Uppskot um viðtøkur var lagt fram, og vóru hesar góðkendar av teimum 41 limunum, ið møttir vóru . Ein 10 mannanevnd varð vald og í hana komu: Atli Gregersen, Ari Thomassen, Eivin Jacobsen, Jóhan F. á Ørg, Heðin Jørgensen, Djóni Joensen, Fróði Poulsen, Ingi Joensen, Jana Jacobsen og Jim Sonni Guttesen. Hendan fyrsta nevndin skipaði seg við Eivin Jacobsen sum formanni.

Eitt tað fyrsta nevndin samtykti, var at skipa fyri navnakapping. Millum innsendu uppskotini, gjørdi nevndin av og boðaði, 11 desember frá, at navnið á felagnum skuldi verða 07 Vestur. Jim Sonni Guttesen úr Sørvági og Magna Thomassen úr Sandavági vunnu navnakappingina. Jim Sonny fyri uppskotið "7 Vest", og Magna fyri "7V".

Tá støða var tikin til navnið varð skipa fyri búmerkja-kapping. Eisini til hesa kapping vórðu hópin av góðum uppskotum send inn. Vinnari gjørdist Páll Joensen, úr Miðvági.

Fyrsti venjari felagsins gjørdist pólendingurin, Piotr Krakowski, sum í eini 20 ár hevur myndað toppin í føroyskum fótbólt, baði sum leikari og venjari. Hjálparvenjari varð Hegga Samuelsen, sum seinni tók við sum venjari eftir Piotr.

Longu undir fyrireikingunum varð avgjørt, at felagið fekk heimavøll har bestu umstøðurnar vóru. Og tá nýtt græslíki fyri kortum var lagt á vøllin í Sørvági, samstundis sum húsið stóð nýggja felagnum til taks, gjørdist Dungasandur í Sørvági fyrsti heimavøllur felagsins. Men ætlanin er, at nýggja felagið í framtíðini skal hava ein nýggjan vøll onkustaðni í Vágum.

Fyrsta árið royndist 07 Vestur væl, og stevndi, tá yngsta felagið í Føroyum, beint uppí fremstu deildina, sum tá kallaðist "Formuladeildin", men sum fekk navnabroyting til "Vodafonedeildin" Í fremstu deildini hilnaðist tó so illa, at sjálvt um liðið fekk rós fyri frálíkt álopsspæl, vóru úrslitini ikki betur enn til eitt 10. pláss, so at byrjast mátti av nýggjum í næstbestu deildini triðja ár felagsins.

Í 2010 høvdu Djóni Joensen, Ingi Joensen, Jana Jacobsen og Atli Gregersen tikið seg burturúr nevndararbeiðinum, og ístaðin fyri tey, eru Jóhan Mikkelsen og Napolion Magnusen komin í nevndina. Formaður er framvegis Eivin Jacobsen.






Komandi dystir


Betri Deildin, menn
27. juli kl. 19:00
07 Vestur - EB/Streymur


Betri Deildin, kvinnur
7. aug kl. 
07 Vestur - Víkingur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
15 55 41
Víkingur 14 19 31
HB 14 34 30
NSÍ 15 8 27
B36 14 12 24
EB/Streymur 13 -12 12
ÍF 15 -24 11
07 Vestur 14 -30 11
B68 15 -28 9
TB 13 -34 2


Málskjúttar


Martin Petterson 3
Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 2
Teitur Olsen 2
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Sølvi Egilsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
Zoran Vujovic 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
11 17 23
EBS/Skála 11 13 21
NSÍ 11 14 20
HB 11 15 18
Víkingur 10 16 17
B36 11 1 16
07 Vestur 10 -20 6
AB/B71 11 -56 0

Málskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Kristina Gásdal 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sissal Haraldsen 1